Formæli
GSAM 3.1FÓLKIÐ hevur longu nógvar gagnligar bøkur í hondum, og grundin, ið eg havi at geva enn eina út, er, at eg á hesum síðum greiði frá mongum um adventistar, og serliga sjeyndadagsadventistar, sum ikki áður hevur verið lagt fram fyri fólkinum á henda hátt. Harumframt hava mong, ið tóku við málinum seinni og ikki hava verið vitni til tað, sum her verður nevnt, inniliga biðið tey, ið vóru við fyrr í arbeiðinum, um eina frásøgn um hesar hendingar og royndir. Av tí at eg kendi adventrørsluna í 1843 og 1844 og síðani 2. januar 1849 havi boðað hesa læru, fyrst sum adventistur og síðani 1852 sum sjeyndadagsadventistur, er tað mær ein gleði at „tala um tað, sum eg havi sæð og hoyrt“.
GSAM 3.2Eg havi lagt fram eina frásøgn um adventrørsluna, sum frá 1831 til 1844 breiddi seg til allar mentaðar tjóðir í heiminum.
GSAM 3.3Síðani 1845 hava aðrir bólkar av adventistum boðað, og boða enn, at afturkoma Krists er nær. Í staðin fyri at fylgja søguni hjá øllum hesum bólkum hevur ætlan mín verið at greiða nakað gjøllari frá uppruna og menning sjeyndadagsadventistanna og serliga vísa á tey amboð, sum eftir forsjón Guds hava hjálpt til at menna eitt fólk úr fátækt og lítlum byrjanum. Hóast tey bert telja um hundrað túsund, hava summir mótstøðumenn teirra sagt um tey: „Eftir tí megi og íðinskapi, sum tey arbeiða við, skuldi ein hildið, at tey vóru tvær milliónir.“
GSAM 3.4Eisini tey, ið bert kenna lítið til søgu sjeyndadagsadventistanna, vita, at frú E. G. White síðani 1845 hevur havt ein týðandi leiklut í rørsluni, bæði sum talari og rithøvundur. Tey vita eisini, at serligar andligar opinberingar ella gávur hava verið knýttar at arbeiði hennara. Eg havi havt tann framíhjárætt at vera hjástaddur og síggja hesa gávu virka um hálvtrýss ferðir. Á hesum síðum havi eg víst á einar seks og tjúgu ávísar fyrisagnir hjá frú White, sum eru gingnar út við størsta neyvleika.
GSAM 4.1Umframt mínar egnu eygleiðingar havi eg eisini lagt fram vitnisburð frá øðrum eygnavitnum um teirra royndir. Slíkar sannroyndir áttu at vigað tyngri hjá tí fordómsleysa lesaranum enn leysar útsagnir frá teimum, ið ongantíð hava verið hjástødd við slík høvi.
GSAM 4.2Eg lati lesarunum hetta verk í hond við teirri vón, at lesturin av hesum síðum við signing Guds kann verða til at fremja mál Krists í mongum hjørtum, og við tí áliti, at øll, meðan tey lesa, hava orð Páls til tessalonikumanna í huga: „Roynið alt; haldið fast við hitt góða.“