Kapittul 26 — Trúboðan okkara í fremmandum londum
GSAM 403.1„Skrivað er: Teir, sum einki hevur verið kunngjørt um Hann fyri, skulu síggja, og teir, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.“1
GSAM 403.2Fyrsta trúboðan okkara á einum øki uttan fyri Sambandsríki Amerika byrjaði í 1874, tá ið elsti J. N. Andrews varð sendur til Sveis og fór undir arbeiðið har.
GSAM 403ARBEIÐSØKIÐ Í MIÐEVROPA
GSAM 403.3Átta lond hoyrdu tá til hesa trúboðan, nevniliga Sveis, Frakland, Italia, Turkaland, Belgia, Spania, Portugal og Grikkaland, eitt øki við 140,000,000 íbúgvum.
GSAM 403.4Tað kann vera vert at nevna her, hvørjar umstøður fingu fólk okkara at fara undir trúboðan á einum so víðum øki um eina tíð, tá ið trúarsamfelagið hevði fáar limir.
GSAM 403Elsti Czechowski
GSAM 403.5Í 1865 ynskti elsti M. B. Czechowski, ein umvendur pólskur katólskur prestur, sum hevði tikið við sannleikanum fyri hesa tíð, at fólk okkara skuldu senda hann sum trúboðara til Miðevropa. Av tí at hetta ikki bar til tá, legði hann mál sítt fram fyri adventistunum í Boston í Massachusetts, sum hildu fyrsta dagin í vikuni. Teir hildu kanska, at hann als einki samband hevði við fólk okkara. Hvussu var og ikki, so fingu teir neyðuga peningin til vega og sendu hann til ta trúboðan, hann ynskti at fara til.
GSAM 404Sabbatshaldarar í Sveis
GSAM 404.1Í 1866 lærdi hann sannleikan um sabbatin og boðskap triðja eingilsins í Tramelan í Sveis. Hetta arbeiðið førdi til, at ein bólkur av sabbatshaldarum varð savnaður. Stutt eftir fór hann frá teimum til Ungarn at læra fólk boðskapin har. Hann segði bólkinum í Tramelan einki um arbeiði okkara í Amerika, men Albert Vuilleumier, ein teirra, dugdi at lesa enskt. Av tilvild sá hann eitt eintak av Yvirliti um afturkomuna. Á henda hátt byrjaði brævaskifti millum tey bæði londini.
GSAM 404Elsti Erzenberger sendur til Amerika
GSAM 404.2Í 1869 varð James Erzenberger úr Tramelan sendur til Amerika at læra enskt og at læra betur at kenna læru og siðir sjeyndadagsadventista. Hann kom til Battle Creek 18. juni og var í Amerika í hálvtannað ár. Á heimferðini fór hann úr New York 9. september 1870. Í juni sama ár vitjaði Ademar Vuilleumier hetta landið, har hann var í umleið fýra ár. Tá ið hann fór aftur til heimlandið, var elsti Andrews við honum. Teir komu til Neuchatel 16. oktober 1874.
GSAM 404.3Í 1875 fóru elsti D. T. Bourdeau og húski hansara úr Amerika til Fraklands, har nevndin hevði sett tey at arbeiða.
GSAM 404Eitt franskt blað verður stovnað
GSAM 404.4Árið eftir, í juli 1876, byrjaði í Basel í Sveis útgávan av einum blaði á fronskum við heitinum Les Signes des Temps (Tekin tíðanna). Seks ár seinni, 13. mai 1882, sigldi elsti Haskell úr býnum New York til Evropa. Á hesi trúboðarferð var hann styttri og longri tíð í Sveis.
GSAM 405Elsti Whitney fer til Basel — Elsti Andrews doyr
GSAM 405.126. juli 1883 komu elsti B. L. Whitney og húski hansara til Basel. Nevnd Aðalráðstevnunnar hevði sett hann at taka við leiðsluni av trúboðanini har fyri at lætta um hjá elsta Andrews, hvørs heilsa versnaði skjótt. Fáar mánaðir seinni, í oktober sama ár, andaðist Andrews.
GSAM 405.2Elsti Andrews hevði ikki í ungdóminum notið fyrimunirnar av hægri skúlum og lærustovnum, men kortini var hann væl lærdur og var tað, sum heimurin nevnir ein sjálvlærdan mann ella ein mann, sum hevur vunnið fram við egnari hjálp. Við ídni í lesnaðinum lærdi hann latín, grikskt og hebraiskt til fulnar og á eldri árum eisini franskt. Franskt lærdi hann fyri at nýta tað til at byrja og føra arbeiðið víðari í trúboðanini í Miðevropa. Har arbeiddi hann tey seinastu seks árini av lívi sínum, skrivaði í og gav út fronsku útgávuna av Les Signes des Temps og prædikaði eisini á tí málinum. Tað var, meðan hann arbeiddi soleiðis, at deyðin tók hann.
GSAM 405Dr. Kellogg í Evropa
GSAM 405.3Á vári 1883 vitjaði dr. J. H. Kellogg Evropa í sambandi við læknavísindaligar rannsóknir. Hann var nakrar dagar á hvørjari trúboðarastøð okkara, og vitjanir hansara vóru starvsfólkunum til stóra uppmuntran. Serliga virðismetti elsti Andrews ráð hansara um arbeiðið í Basel.
GSAM 405Elsti Butler vitjar Evropa
GSAM 405.4Á Aðalráðstevnuni, sum varð hildin í oktober 1883, varð mælt til so skjótt sum gjørligt at byrja útgávuna av einum blaði í Onglandi. Eftir eina aðra samtykt á hesi ráðstevnu fóru teir elstu George I. Butler, M. C. Wilcox og A. C. Bourdeau yvir at hjálpa til í arbeiðinum í Evropa og Onglandi. Elsti Butler kom til lands í Glasgow í Skotlandi 27. februar 1884. Eitt endamál við vitjan hansara á trúboðarastøðunum í fremmandum londum var sjálvur at kanna trupulleikarnar við at føra arbeiðið fram í hesum londum og læra, hvussu teir kundu vinnast á. Eisini hann var styttri og longri tíð í Basel og á arbeiðsøkinum í Miðevropa. A. C. Bourdeau arbeiddi millum franska fólkið í dølunum í Alpunum, millum valdensararnar, meðan M. C. Wilcox tók lut í prentingar- og blaðstjórnararbeiðinum í Onglandi og var har til árslok 1886.
GSAM 406Forlag bygt í Basel
GSAM 406.1Í 1884 varð forlagið Imprimerie Polyglotte (navnið merkir prenting á mongum málum) bygt í Basel. Í mars 1885 gav nevnd Aðalráðstevnunnar H. W. Kellogg heimild at vitja Basel og keypa neyðugu maskinurnar til prentsmiðjuna. Hetta gjørdi hann, og soleiðis varð ein væl útgjørd prentsmiðja, sum sjeyndadagsadventistar áttu, sett á stovn í hinum gamla býnum Basel.
GSAM 406.2Meðan elsti Butler vitjaði í Evropa, varð eitt týskt blað við heitinum Herold der Wahrheit (Boðberi sannleikans) prentað á prentsmiðjuni í Basel. Sama ár varð eisini eitt rumenskt tíðarrit, Adevărulu Prezentu (Sannleiki fyri hesa tíð), givið út har, og enn eitt á italskum við heitinum L’Ultimo Messagio (Hinir síðstu boðskapirnir). Bæði tey síðstnevndu tíðarritini komu út ársfjórðingsliga og høvdu sekstan síður. Á sveisiska samkomusambandsfundinum í oktober 1884 varð sagt, at í árinum vóru 146,000 eintøk av hesum fýra tíðarritum prentað og spjadd. Fram til 1895, tá ið prentsmiðjan orsakað av ofsóknum í Basel varð flutt haðani til Hamburg í Týsklandi, vórðu bøkur og smárit givin út á ellivu ymiskum málum, nevniliga fronskum, týskum, italskum, rumenskum, sponskum, kekkiskum, russiskum, niðurlendskum, ungarskum, armenskum, turkiskum og turkisk-grikskum. Soleiðis var hon, sum navnið segði, ein stovnur, ið „prentaði á mongum málum“.
GSAM 407Frú White vitjar Evropa
GSAM 407.13. september 1885 komu frú White, sonur hennara, W. C. White, og húski til Basel. Tey vóru í hálvtannað ár í gomlu londunum og vitjaðu trúboðarastøðirnar á arbeiðsøkinum í Miðevropa, har tey veittu teimum ymsu trúboðarastøðunum ómetiliga hjálp.
GSAM 407Sveisiska samkomusambandið verður skipað
GSAM 407.210. september 1885 varð sveisiska samkomusambandið skipað. Í eini frágreiðing, sum tá varð løgd fram, varð sagt, at samkomusambandið hevði ein vígdan prest, sjey við loyvi at prædika, tíggju samkomur og 224 limir. Hesi høvdu árið fyri goldið $1,645.11 í tíggjund. Harumframt vóru $2,041.22 givnir til arbeiðið.
GSAM 407Elsti Waggoner í Evropa
GSAM 407.3Frú White fór saman við W. C. White og húski aftur til Amerika í 1887. Sama ár varð elsti J. H. Waggoner boðin at taka lut í trúboðanini í Miðevropa. Hann var á hesum arbeiðsøki í meira enn tvey ár og búði hesa tíðina í Basel. Tað var í hesum býi, at hann andaðist 20. apríl 1889, sum áður er sagt.
GSAM 407.4Viknandi heilsa elsta Whitneys og deyði hansara seinni (9. apríl 1889) vóru enn eitt tungt slag fyri hesa trúboðan.
GSAM 407Elsti Robinson í Evropa
GSAM 407.5Elsti D. A. Robinson, sum arbeiddi í Onglandi, varð valdur at taka við eftir elsta Whitney. Hann arbeiddi við góðum úrslitum í hesum øki í umleið seks ár, til hann eftir innbjóðing frá Aðalráðstevnuni fór til India í 1895. Tá ið hann fór, varð neyðugt at seta ein annan umsjónarmann.
GSAM 408Elsti Holser umsjónarmaður fyri økið
GSAM 408.1Elsti H. P. Holser varð valdur til hetta starvið, og umframt hesa uppgávu varð hann valdur til leiðara fyri allari trúboðanini í Miðevropa. Her arbeiddi hann óroyttur og við góðum úrslitum til 1901, tá ið eisini hann mátti lúta fyri herjandi sjúku. Hann doyði í Canyon City í Colorado 11. september 1901.
GSAM 408.2Hóast hesar mótburðir vaks trúboðanin, og arbeiðið gekk framá. Hetta sæst av eini frágreiðing, sum varð løgd fram fyri Aðalráðstevnuna í 1895. Har stendur, at miðevropeiska samkomusambandið hevur nítjan samkomur við 484 limum, sum árið fyri høvdu goldið $4,378.18 í tíggjund. Tá høvdu tey fýra vígdar prestar og fimm við loyvi at prædika.
GSAM 408TÝSK-RUSSISKA TRÚBOÐANIN
GSAM 408.3Í 1870 fóru J. H. Linderman, prestur í eini samkomu nær Elberfeld í Prusslandi, og fjøruti av limum hennara at halda sabbatin á sjeynda degi, eftir at hava granskað Bíbliuna. Tey vistu ikki um nakran annan bólk av kristnum í heiminum, sum helt henda dag sum sabbat. Fólk okkara fingu at vita um henda bólkin á ein serligan hátt. Ein biddari kom til trúboðarheimið í Basel ein sabbat. Húskið las sabbatsskúlaleksjuna við opnum bíblium framman fyri sær. Hetta gjørdi inntrykk á mannin og fekk hann at spyrja.
GSAM 408Bólkurin í Elberfeld
GSAM 408.4Tá ið hann fekk at vita, at tey ikki vóru jødar, men kristin, sum hildu sabbatin á sjeynda degi, segði hann frá bólkinum í Elberfeld. Elsti Andrews helt tað vera skilagott at kanna hetta. Tí fór hann saman við elsta Erzenberger til Prusslands tíðliga í 1875, og har funnu teir bólkin soleiðis, sum teimum var sagt. Elsti Erzenberger varð verandi eina tíð og arbeiddi í tí partinum av Týsklandi. 8. januar 1876 vórðu átta fólk doypt í Elberfeld. Hetta var fyrsti dópurin, sum sjeyndadagsadventistar framdu í Týsklandi.
GSAM 409.1Sannleikin hevði fingið fótafesti í Russlandi longu í 1882 gjøgnum lesnað, sum týskir brøður í Amerika sendu vinum sínum í týsku niðursetubygdunum í Russlandi.
GSAM 409Elsti Conradi í Evropa
GSAM 409.2Í 1885 fór elsti L. R. Conradi úr Amerika til arbeiðsøkið í Miðevropa at arbeiða millum týskarar. 28. juni 1886 fór hann úr Basel til Krim í Russlandi. Har ferðaðist hann saman við elsta Perk til Berdebulat, har tvær systrar vórðu doyptar, og ein samkoma við nítjan limum varð skipað. Hetta var fyrsta samkoma sjeyndadagsadventista í Russlandi.
GSAM 409Teir elstu Conradi og Perk settir í fongsul
GSAM 409.3Beint eftir hetta vórðu teir elstu Conradi og Perk handtiknir fyri at læra ímóti ortodoksu trúnni, og teir sótu í fongsli í Perekop í fimm vikur. Eftir at hann var latin leysur við uppílegging frá sendiharra Sambandsríkja Amerika, vitjaði elsti Conradi eystara partin av Russlandi og fór síðani aftur til Sveis.
GSAM 409Arbeiðið við Volga í Russlandi
GSAM 409.4Tað var hetta sama árið, at elsti Laubhan fór undir at arbeiða í Russlandi nær heimi sínum við ánna Volga. Í 1880 fór elsti Klein úr Kansas undir arbeiðið í týsku økjunum í Russlandi. Soleiðis eru arbeiðarar reistir upp til hetta harða og torføra arbeiðsøkið, og hóast tey trúgvandi hava verið rakt av útlegd og fongsling, hevur Harrin á undurfullan hátt signað arbeiðið.
GSAM 409Framgongd hjá bókasølumonnum í Týsklandi
GSAM 409.5Í 1888 fóru bókasølumenn undir arbeiðið í Rín-Prusslandi, Württemberg, Baden og Alsace. Teir átta ella tíggju ágrýtnu og trúføstu arbeiðararnir høvdu so góða framgongd, at í einum ári varð hetta tal av bókum selt: Lív Krists, 3,000; Úr Eden til Eden, 2,000; og 12,000 smárit. Úrslitið av hesum arbeiði var, at á nærum hvørjum staði, har bøkurnar vórðu seldar og lisnar, tóku ein ella fleiri við sannleikanum.
GSAM 410Trúboðan byrjað í Hamburg
GSAM 410.1Í mai 1889 byrjaði elsti Conradi trúboðararbeiðið í Hamburg í Týsklandi, og eftir sera stuttari tíð varð ein skúli settur á stovn til at læra arbeiðarar upp. Í oktober sama ár varð ein sabbatsskúli við tjúgu og átta limum skipaður. Hetta árið vitjaði elsti Haskell trúboðarastøðina, og ein samkoma við tjúgu limum varð skipað, og ein bókagoymsla varð sett á stovn.
GSAM 410.2Elsti J. T. Boettcher tók um hetta mundið lut í týska arbeiðinum í Barmen. Í eini frágreiðing, sum varð løgd fram fyri Aðalráðstevnuna í 1890, varð sagt, at í týsk-russisku trúboðanini vóru níggju skipaðar samkomur við til samans 422 limum, umframt sjeyti og fimm sabbatshaldarar, sum enn ikki vóru skipaðir í samkomur. 7. apríl sama ár vórðu tólv afturat doypt og gjørdust limir í samkomuni í Hamburg. Í desember var limatalið í hesi samkomu vaksið til fjøruti. Inntøkan av bókasøluni úr bókagoymsluni í Hamburg, í Niðurlondum, Russlandi og ymsum pørtum av Týsklandi var $5,000.
GSAM 410Framgongd í Evropa
GSAM 410.3Spakuliga, men støðugt gekk arbeiðið framá í trúboðanini í Miðevropa, sum ein frágreiðing á Aðalráðstevnuni í 1891 vísir. Tá vóru fimm samkomur í Týsklandi við hundrað og fjøruti limum, og seksti og fýra av teimum vóru limir í samkomuni í Hamburg. Goldna tíggjundin var $1,000. Bøkurnar, sum skipatrúboðarin í Hamburg seldi umborð á skipunum, vóru seldar fyri $500, meðan bókasølumenninir á øllum arbeiðsøkinum seldu fyri $6,000 hetta árið. Hundrað og fimti høvdu tikið við sannleikanum í Eysturríki, og í Russlandi vóru trettan samkomur við fýrahundrað limum.
GSAM 411Fimm russiskir sabbatshaldarar sendir í útlegd
GSAM 411.1Um hetta mundið (1891) vóru fimm limir í eini russiskari samkomu, teirra millum leiðarin, handtiknir fyri at læra ímóti læruni hjá ríkiskirkjuni og dømdir til fimm ára útlegd sunnan fyri Kavkasus. Teir skuldu verða leinkjaðir saman og noyddust at ganga fimmhundrað míl. Í hesi roynd bar trúgv teirra teir uppi, og teir vóru glaðir í Harranum. Í árinum var eitt smárit gjørt á russiskum, skipað sum bíbliulestrar, um líðingar Krists, svøvn hinna deyðu, hvønn dag og hví, og kunnu vit vita tað?
GSAM 411.2Tá ið Aðalráðstevnan varð hildin í 1895, var limatalið í Týsklandi vaksið til 368, og tíggjundin árið fyri var $2,327.43.
GSAM 411Fleiri sabbatshaldarar í Russlandi
GSAM 411.3Í Russlandi var limatalið vaksið til 467, hóast sera mong vóru flutt til onnur lond. Hesi guldu $841.60 í tíggjund.
GSAM 411.4Av frágreiðingini, sum skrivarin fyri trúboðan í fremmandum londum gav í lesnaðinum til bønarmálavikuna fyri 1896, fáa vit at vita, at
GSAM 411.4„á týsk-russiska arbeiðsøkinum var talið á teimum nærum tvífaldað árið fyri; meira enn fýrahundrað vóru komin afturat. Í Berlin í Týsklandi møttu seksti regluliga til gudstænasturnar á sabbatinum. Byggingin av trúboðarakapellinum í Hamburg hevði styrkt arbeiðið har. Í München í Bayern bíðaðu fleiri eftir dópi. Trúgvandi vóru í Leipzig, Königsberg, Magdeburg, Posen, Stuttgart og øðrum týðandi býum í Týsklandi. Eisini var ein bólkur í Rotterdam í Niðurlondum.
GSAM 412.1„Í Russlandi høvdu bókasølumenn fingið loyvi frá stjórnini. Rit vóru týdd til lettiskt og estiskt. Týska blaðið var flutt úr Basel til Hamburg, og á prentsmiðjuni har prentaðu tey sannleikan á fjúrtan málum.“
GSAM 412Dópur í Ungarn
GSAM 412.2Í árinum hevði fyrsti dópurin verið í Ungarn og fyrsta møtið við heilagu fyriskipanunum í Bøhmen. Trúboðan umborð á skipum var sett á stovn í Galatz í Rumenia fyri Donau og Svartahavið.
GSAM 412Bókasøla í Týsklandi
GSAM 412.3Í Heimartrúboðaranum fyri desember 1895 segði elsti Spies um bókasøluarbeiðið á týska arbeiðsøkinum:
GSAM 412.3„Teir, sum høvdu leiðsluna av bókasøluarbeiðinum, tá ið tað byrjaði á hesum øki, hildu á at reka tað fram, hóast nakrir av teimum leiðandi útgevarunum og bókamonnunum í Leipzig fullvissaðu teir um, at ‘tað fór at miseydnast at selja bøkur við áskrift’.
GSAM 412.4„Í august 1887 kom fyrsta týska útgávan av Lívi Krists út. Um ta tíðina, tá ið henda bókin var klár at verða spjadd, varð eitt skeið fyri bókasølumenn hildið í Basel. Hetta markaði byrjanina á bókasøluarbeiðinum, ikki bert í Týsklandi, men í øllum Evropa. Sjeynda útgávan av hesi bók á týskum er nú komin úr prentsmiðjuni.
GSAM 412.5„Síðan 1. januar 1895 eru tólv nýggir bókasølumenn farnir undir arbeiðið. Í juni 1895 vísti frágreiðingin, at sølan var vaksin við fimti prosentum. Nú verður eitt serligt átak gjørt við Herold der Wahrheit, týska blaði okkara. Nakrar samkomur, sum ikki eru serliga stórar, taka frá fimti til tveyhundrað eintøk, sum tær selja. Og tær hava sera gleðiligar royndir við keyparunum. Í Yvirliti um afturkomuna frá 18. februar 1896 segði elsti Conradi: ‘Vit enda árið 1895 við fimtanhundrað sabbatshaldarum á týsk-russiska arbeiðsøkinum.’“
GSAM 413TRÚBOÐANIN Í SKANDINAVIA
GSAM 413.1Trúboðanina til skandinavisku fólkasløgini byrjaði elsti John Matteson í 1877. Tann 6. juni kom hann til Vejle í Jútlandi í Danmark. Tá ið hann fór til hetta landið, vóru nøkur fá fólk longu farin at halda sabbaturin, tí tey høvdu lisið bløð og smárit, sum vinir í Amerika høvdu sent teimum.
GSAM 413.2Tá ið vit fylgja byrjanini til hetta arbeiðið, læra vit, at í 1850 fóru fýra persónar, sum vóru fluttir úr Noregi til Amerika, at halda sabbatur Harrans. Tey búðu í Oakland í Wisconsin. Tvey teirra vóru faðir og móðir elsta O. A. Olsen. Í 1863 byrjaði elsti John Matteson at halda sjeyndadags-sabbaturin. Hann búði í Poysippi í Wisconsin. Tey næstu seks mánaðirnar tóku umleið fjøruti danir og norðmenn við lærdómunum hjá sjeyndadagsadventistunum, takkað verið arbeiði hansara. Fyrsti virksami boðarin, sum gekk í tænastuna saman við honum, var elsti J. F. Hanson úr Minnesota.
GSAM 413Fyrsta bókin, sum varð givin út á dansk-norskum
GSAM 413.3Í 1866 vendi elsti John Matteson sær til leiðsluna á skrivstovuni hjá Yvirliti og boðbera fyri at vita, um tey vildu prenta smárit og traktatir á máli teirra til brúks hjá skandinavunum. Honum varð sagt, at vantandi peningur á skrivstovuni forðaði teimum í at gera tað; men fólk av sama tjóðskapi sum hann í Wisconsin og Minnesota vóru so spent eftir at fáa sannleikan prentaðan á móðurmáli sínum, at tey, hóast tey vóru í hóvligum korum og vóru færri enn hálvt hundrað, savnaðu 1.000 dollarar í reiðum peningi og løgdu teir í hendur hansara til hetta endamál. Við hesum peningi og einari nøgd av væl fyrireikaðum handriti kom elsti Matteson til Battle Creek og søkti aftur um at fáa bøkur prentaðar. Av tí at hann nú var fyrireikaður at svara afturímóti teimum mótmælum, sum áður vóru sett fram, varð ynski hansara gingið á møti, og 18. mars 1867 byrjaði hann at lesa handritið til bók sína, Liv og Død (Lív og deyði), fyri elsta J. N. Andrews og meg, sum tá vóru limir í útgávunevndini. Við øðrum orðum segði hann okkum á enskum, hvat handrit hansara segði á dansk-norskum.
GSAM 414Elsti Matteson verður prentari
GSAM 414.1Tá var eingin prentari tøkur, sum kundi setast at seta stavirnar fyri hann, og tí bað hann um loyvi at læra sjálvur at seta teir. Hann helt fram við hesum arbeiði, til umleið túsund síður av smáritum og traktatum vóru prentaðar á hansara egna máli.
GSAM 414.2Við hesum nýggja amboðnum at breiða sannleikan út millum sítt fólk fór hann av nýggjum við dirvi og helt møtir í ymiskum statum. Frá hesum degi gekk arbeiðið rættiliga skjótt fram millum skandinavarnar.
GSAM 414Fyrsta útlendska tíðarritið
GSAM 414.3Arbeiðið millum danir og norðmenn var vaksið so nógv, at tørvur var á einum mánaðarblaði, har fólk av hesum tjóðskapi kundu fáa undirvísing og troyst á sínum egna máli. Tí varð 1. januar 1872 eitt danskt mánaðarblað givið út á skrivstovuni hjá Yvirliti og boðbera, eitt 24-síðu tíðarrit í blaðformi, sum fekk navnið Advent Tidende (Fráboðanir um afturkomuna). Árið eftir varð blaðið økt til 32 síður. Hetta var fyrsta tíðarritið, sum sjeyndadagsadventistar góvu út á einum fremmandum máli.
GSAM 414.4Í 1874 var áhugin so stórur millum tey trúgvandi, sum talaðu svenskt, at eitt 16-síðu mánaðarblað varð byrjað á tí málinum og kallað Svensk Härold.
GSAM 414.5Tá ið elsti Matteson tók við trúboðanini til skandinavisku fólkasløgini í gamla landinum í juni 1877, vóru 266 eintøk av Tidende send mánaðarliga úr Amerika til Danmarkar og 60 til Noregs. Við at lesa hesi bløð hildu fleiri fólk longu sabbaturin í Skandinavia. Eftir eitt ár av arbeiði hansara í Danmark vórðu trúgvandi feløg stovnað á fleiri ymiskum støðum.
GSAM 415Ein prentsmiðja í Noregi
GSAM 415.1Eftir hetta fór elsti Matteson til Noregs, har hann 7. juni 1879 skipaði eina samkomu við 38 limum sum úrslit av arbeiði sínum í Christiana. Elsti J. P. Jasperson úr Amerika kom um hetta mundið saman við honum í tænastuni. Sama ár varð eitt útgávufelag stovnað í Noregi, og ein ogn keypt í Christiana til prentsmiðju, møtisal til samkomutænastur og bústaðir, fyri 14.580 dollarar. Eina tíð varð eitt lítið upplag av einum blaði, Tidernes Tegn, givið út hvørja viku úr skrivstovuni í Christiana.
GSAM 415.2Snemma á heysti í 1880 kom elsti Matteson til Amerika fyri at fáa hjálp til at víðka skandinaviska arbeiðið. Hann var við á Aðalráðstevnuni tað árið og fór aftur til Evropa í apríl 1881, nógv uppfrískaður. Stutt eftir heimkomuna varð ein sylindurprenta keypt og sett upp á skrivstovuni í Christiana.
GSAM 415Heilsubløð á donskum og svenskum
GSAM 415.3Tey fóru beinanvegin undir at geva út eitt heilsutíðarrit á donskum, kallað Sundheds Bladet. Í 1883 gav hann út eitt líknandi blað á svenskum og eitt trúarligt blað, kallað Sanningens Härold. Í 1884 áttu tey eina skrivstovuútgerð, sum var mett til 2.563 dollarar. Tað árið vóru samanlagt 115.000 bløð prentað og latin út, umframt mong túsund smárit og nakrar bøkur.
GSAM 415Elsti Haskell í Skandinavia
GSAM 415.4Arbeiðið í skandinavisku londunum fekk stóra hjálp av vitjan elsta Haskells í 1882, og í 1884 fingu tey munandi stuðul av arbeiði elstanna Geo. I. Butler, B. L. Whitney, A. B. Oyen og E. G. Olsen.
GSAM 416Frú White hjálpir Skandinavia munandi
GSAM 416.1Í 1885 vitjaðu frú E. G. White og sonur hennara, W. C. White, Skandinavia, og henda vitjanin hevði ómetandi virði fyri arbeiðið har. Summi vóru farin at halda, at tey fátæku í hesum landi ikki kundu rinda tíggjund, og at tað var nyttuleyst at royna at selja bøkur frá húsi til húsi. Vitnisburðurin, sum frú White bar fram, kom í røttu stund og varð væl móttikin av fólkinum, sum svarið í hesum orðum vísti: „Alt, sum Harrin hevur sagt, vilja vit gera og vera lýðin.“ Meðan henda vitjanin var, varð ein fullkomin broyting framd í skandinaviska økinum, fyrst og fremst tí frú White arbeiddi ótroyttiliga.
GSAM 416Nýggj skrivstovubygning reist í Noregi
GSAM 416.2Í 1886 vitjaðu elstarnir O. A. Olsen og N. Clausen skandinavisku londini, og tann seinni varð verandi har í langa tíð. Í 1885 varð ein nýggj skrivstovubygning reist í Christiana, og fyri árið, sum endaði 1. september 1886, fekk skrivstovan 5.386,68 dollarar inn einans fyri sølu av bókum og smáritum, meðan innkomurnar fyri hald av tíðarritum vóru 3.146,03 dollarar.
GSAM 416Tjúgu og fimm samkomur í Skandinavia
GSAM 416.3Ein frágreiðing, sum varð givin Aðalráðstevnuni í 1889, segði, at í skandinaviska økinum vóru 25 samkomur við 926 limum, sum rindaðu 2.548,75 dollarar í tíggjund; har vóru eisini seks prestar, fýra óvígdir prestar við loyvi at prædika og 52 bókasølumenn. Bókasølan í Noregi og Svøríki í einum ársfjórðingi var 2.161,26 dollarar.
GSAM 416Skúli í Christiana
GSAM 416.4Ein skúli var tá í gongd í Christiana við 50 næmingum. Í 1891 varð eitt bíbliuskeið hildið í Christiana av elstunum O. A. Olsen og E. J. Waggoner, og 100 næmingar vóru til staðar. Á hesum skeiði fingu tey gjølla undirvísing í arbeiðinum at selja bøkur.
GSAM 417Fjøruti samkomur í Skandinavia í 1895
GSAM 417.1Seks ár seinni, í 1895, síggja vit eina frágreiðing frá elsta D. A. Robinson, sum tá var økisleiðari fyri útlendska økið. Hon vísir so greitt á stóran vøkstur í arbeiðinum hetta tíðarskeiðið, at vit endurgeva hana: „Skandinavia hevur 40 samkomur og 1.458 limir. Tíggjundin hetta árið var 5.585,55 dollarar. Har eru 15 vígdir prestar og 11 óvígdir prestar við loyvi at prædika, og bókasølan hetta árið er 40.000 dollarar. Henda stóra upphæddin stavar fyri tað mesta frá arbeiði bókasølumannanna, og tað enntá í einum landi, har bókahandlarar og sjálvt prestar í trú okkara í 1885 hildu fast við, at bókasøla við hús-til-hús arbeiði ikki bar til.“
GSAM 417Trý skandinavisk samkomusambond
GSAM 417.2Í skandinaviska økinum eru í løtuni trý samkomusambond, og stovningardagarnir eru hesir: Danmark 30. mai 1880; Svøríki 12. mars 1882; Noreg 10. juni 1887. Elsti John Matteson, sum fyrst byrjaði skandinavisku trúboðanina og legði grund undir arbeiðið við so góðum úrslitum, og sum arbeiddi so treystliga og offurvilliga fyri framburði hjá hesum fólki, varð raktur av deyðiligari sjúku, tuberklum, og doyði í El Monte í California 30. mars 1896, 61 ára gamal.
GSAM 417TRÚBOÐANIN Í BRETLANDI
GSAM 417.3William Ings, føddur í Hampshire í Onglandi, men amerikanari í anda og uppaling, tí hann hevði búð í Sameindu Státunum frá barnaárum, kom til Southampton úr Basel í Sveis 23. mai 1878. Tá varð dvøljan stutt, bert tvær vikur, og síðani fór hann eina stutta tíð aftur til meginlandið. Men stutt eftir fór hann aftur til Southampton, har hann eftir fýra mánaða arbeiði hús úr húsi við at býta út smárit og gera tað trúboðanararbeiði, sum beyðst, boðaði frá, at tíggju fólk hildu sabbaturin. 30. desember sama ár komu kona mín og eg til Southampton, har arbeiði okkara varð sameint við arbeiði elsta Ings, tá ið vit hildu møtir um veturin í Shirley Hall og í leigaða húsinum, har vit búðu. Summarið 1879 hildu vit tjaldmøtir í Southampton. Tá kom ungfrú Maud Sisley (nú frú Boyd) upp í arbeiðið; hon hevði bíbliulestrar og arbeiddi hús úr húsi. Sum úrslit av hesum arbeiði tóku fleiri við sannleikanum. Veturin eftir hildu vit møtir í einum sali í Ravenswood Villa, bygninginum har vit búðu og høvdu goymslu okkara.
GSAM 418Tjaldmøti í Onglandi
GSAM 418.1Summarið 1880 kom elsti Andrews, hóast heilsan var veik, úr Sveis fyri at hjálpa til á einum tjaldmøti í Romsey, har onnur fólk tóku við boðskapinum.
GSAM 418.211. januar 1880 varð eitt smáritafelag stovnað. Limirnir vóru sera áhugaðir í hesum arbeiði, og nógv lestrartilfar varð býtt út.
GSAM 418.38. februar 1880 var okkara fyrsta dópur, og seks fólk vórðu doypt. Fram til 2. juli 1881 vóru 29 fólk doypt við at verða koyrd heilt undir vatn í Southampton.
GSAM 418Fleiri arbeiðarar í Onglandi
GSAM 418.4Eftir avgerð hjá Aðalráðstevnuni, sum varð hildin um heystið 1881, fóru elsti A. A. John og kona hansara, Geo. R. Drew og ungfrú Jennie Thayer til Onglands og tóku lut í arbeiðinum á hesum trúboðanarfeltinum. Í 1882 vitjaði elsti Haskell evropeiska økið og var í fleiri dagar saman við arbeiðarunum í ensku trúboðanini; hann veitti teimum virðismikla hjálp við ráðum og vegleiðing.
GSAM 418.5Í mars 1882 byrjaði eitt bretskt ískoyti til Tekin tíðanna at verða prentað; tað var tvær síður og varð heft upp í 1.000 eintøk av Tekin tíðanna, sum vórðu send úr Amerika. Tey vórðu nýtt í trúboðanini í Stóra Bretlandi. Ein frágreiðing um arbeiðið 1. oktober 1883 vísir, at tá vóru 100 sabbatshaldarar. Tíggjundirnar, sum vóru rindaðar frá tí trúboðanin byrjaði, vóru 2.078,71 dollarar.
GSAM 419Trúboðararbeiði umborð á skipum
GSAM 419.1Við vælvild frá skipavørðunum fekk elsti Ings loyvi at senda pakkar við smáritum og bløðum ókeypis til 80 av teimum týdningarmestu havnunum hjá „Peninsular and Oriental Steam Ship Company“ í Suðurafrika, Eystur- og Vesturindia, Miðamerika og Bay Islands. Tað var ávirkanin frá lesnaðinum, sum soleiðis varð sendur, ið fyrst vakti áhuga á oynni Demarara. Hesa vitan fingu vit gjøgnum brøv úr oynni.
GSAM 419„Søga sabbatsins“ løgd á enskar bókasøvn
GSAM 419.2Eitt eintak av Søgu sabbatsins eftir elsta Andrews var eisini lagt á 60 almenn bókasøvn og ókeypis lesistovur kring alt Stóra Bretland, og har liggja bøkurnar enn og siga søguna fyri teimum, sum vilja lesa.
GSAM 419.3Í 1884 vitjaði elsti Butler Ongland, saman við øðrum arbeiðarum til hetta økið. Elstarnir S. H. Lane og Robert Andrews sigldu úr Boston fyri at taka lut í trúboðanini í Stóra Bretlandi 9. mai 1885. Vitjan frú White í Onglandi var arbeiðarunum ein kelda til styrki og troyst. Frú White og sonur hennara vóru har í nakrar vikur, áðrenn tey fóru aftur til Amerika úr evropeiska økinum.
GSAM 419„Sannleiki fyri hesa tíð“ byrjar
GSAM 419.4Snemma í 1884, stutt eftir at elsti Butler var komin til Onglands, varð avgjørt at byrja í Grimsby eitt átta-síðu blað, sum kom út tvær ferðir um mánaðin, við M. C. Wilcox sum ritstjóra, og kallað Sannleiki fyri hesa tíð. Tað verður nú givið út í London í Onglandi sum eitt 16-síðu vikublað, við einum upplagi upp á umleið 18.000 eintøk hvørja viku.
GSAM 420.1Í 1889 boðaði elsti Holser frá, at bretska trúboðanin hevði átta samkomur og 200 sabbatshaldarar, og 65 teirra vóru í London. Tíggjundin árið frammanundan var 1.244,58 dollarar. Har vóru tveir vígdir prestar, tveir óvígdir prestar við loyvi at prædika, tveir skipatrúboðarar og sjey bíbliuarbeiðarar. Um hetta mundið tóku elstarnir Wm. Hutchinson og Francis Hope lut í ensku trúboðanini.
GSAM 420Pacific Press í London
GSAM 420.2Í 1890 stovnaði Pacific Press Publishing Company í Oakland í California eina deild á 48 Paternoster Row í London og eina prentsmiðju á 451 Holloway Road í London N. Bókasølan frá skrivstovuni fyrsta árið, til heilsøluprísir, var 9.556,89 dollarar.
GSAM 420.3Í februar 1895 bar elsti Robinson fram hesa frágreiðing:
GSAM 420.3„Í Stóra Bretlandi eru 11 samkomur, 363 limir, fimm prestar og ein óvígdur prestur við loyvi at prædika. Tíggjundin seinasta árið var 5.077,20 dollarar, ella í miðal 13,98 dollarar fyri hvønn lim. Ognin hjá útgávuskrivstovuni er nú ogn hjá og verður umsitin av International Tract Society, Limited, einum enskum felagi.“
GSAM 420.4Í desember 1895 boðaði skrivarin fyri útlendska trúboðan frá, at limatalið í Stóra Bretlandi var 560. Tíggjundirnar vóru vaksnar 1.000 dollarar hetta árið. Tá savnaðust átta feløg til sabbatsmøti á ymiskum støðum í London.
GSAM 420.5Soleiðis gekk arbeiðið á hesum trúboðanarfeltinum fram, stundum næstan ósjónliga. Í summum sløgum av jørð spíra fræ ikki líka skjótt sum í øðrum. Spíringin er seinni, men vøksturin er tryggari og sterkari. Soleiðis er eisini við sannleikanum í triðja boðskapinum í hesum ríki. Fræið er sátt, hevur fest rót og vaksið spakuliga, til tað nú hevur fingið lutfalsliga stórt umfat.
GSAM 421TRÚBOÐANIN Í AUSTRALASIA
GSAM 421.110. mai 1885 sigldu elstarnir S. N. Haskell og J. O. Corliss við familju síni, M. C. Israel við familju síni, Wm. E. Arnold og Henry Scott úr San Francisco fyri at byrja eina trúboðan í Australia. Ellivu ár frammanundan, í 1874, á einum møti í Battle Creek, segði frú White, at mong tjóðir enn fóru at taka við sannleikanum, og at hon hevði sæð prentpressur ganga og bøkur og bløð verða prentað í ymiskum londum. Tá ið hon varð biðin um at nevna, hvørji lond sipað varð til, svaraði hon, at Australia var tað einasta navnið, hon mintist.
GSAM 421Bible Echo
GSAM 421.2Undir áhaldandi og eydnuríkum arbeiði elsta Haskells og felaga hansara kom boðskapurin so skjótt fram, at neyðugt varð at prenta eitt blað í Australia. Tí vórðu fyrireikingar gjørdar til útgávu, og 1. januar 1886 kom eitt 16-síðu mánaðarblað út í Melbourne, kallað Bible Echo and Signs of the Times. Av fyrsta nummarinum vórðu 6.000 eintøk prentað, meðan vanliga upplagið bert var 3.000.
GSAM 421Fyrsta samkoman skipað í Australia
GSAM 421.3Sunnudagin 10. apríl 1886 varð fyrsta samkoman av sjeyndadagsadventistum í Australia skipað. 18 vóru til staðar, sum høvdu skrivað undir sáttmálan, og sjey onnur søktu um upptøku við dópi. Hesi vórðu doypt næsta sabbatur, og hvønn sabbatur í fleiri vikur komu nýggir limir aftrat, til samkoman taldi 55. Fram til mai 1886 var samlaða talið, sum var skrásett, 90. Harumframt vóru umleið 35 fólk á øðrum støðum, sum hildu sabbaturin.
GSAM 421.4Í prentsmiðjuni vóru tvær góðar pressur og ein motorur, alt goldið og ogn hjá sjeyndadagsadventistum í hesum fjarskotna landi, umleið 7.000 míl frá okkara stóru skrivstovu í Oakland í California.
GSAM 422.1Í 1886 rakk boðskapurin til Ný Sæland. Ein frágreiðing úr australska økinum sigur, at 50 sabbatshaldarar vóru í Ný Sælandi. Upphæddin, sum kom inn fyri bókasølu á skrivstovuni, var 700 dollarar. Harumframt høvdu bókasølumenn selt 400 eintøk av Hitt stóra stríðið í Ný Sælandi og 1.000 eintøk av Hugsanir um Dániel í Australia.
GSAM 422Skrivstovubygningur í Avstralia
GSAM 422.2Úr einari frágreiðing, sum varð løgd fram 19. juli 1889, fáa vit hesar upplýsingar: Ein bygningur til eina prentsmiðju í Melbourne er liðugur, og í honum er ein kapell til gudstænastur.
GSAM 422Arbeiðið byrjað í Tasmania
GSAM 422.3Eitt samkomusamband er skipað bæði í Avstralia og í Ný Sælandi, og arbeiðið varð útvíðkað av elstunum Israel og Steed til Tasmania. Har eru longu tríggjar samkomur skipaðar, við einum samlaðum limatali á 136. Harumframt eru aðrir spjaddir sabbatshaldarar, sum enn ikki eru skipaðir.
GSAM 422.4Tíggjundin fyri árið á australska arbeiðsøkinum var $9,371. Fimtan bókasølumenn vóru á arbeiðsøkinum, og bókasøla teirra var $19,500.
GSAM 422.5Á síni aðru ferð kring heimin vitjaði elsti Haskell aftur Avstralia, var við á ráðstevnuni teirra í august 1889 og veitti á mongum økjum munadygga hjálp, sum tann nýskipaða samkoman var sera takksom fyri. Ymiskir arbeiðarar úr Amerika hava við og við vitjað Avstralia fyri ta einu stóru sakina — at byggja upp og styrkja arbeiði Guds.
GSAM 422Frú White í Avstralia
GSAM 422.6Um heystið 1891 fóru frú E. G. White, sonur hennara, W. C. White, elsti Geo. B. Starr og onnur frá California til Avstralia og komu hagar í desember — miðsummar í tí heimspartinum. Vitnisburður frú White, hóast likamliga veikleikan, sum hon stríddist undir í tey níggju árini, hon búði í tí landinum, hjálpti nógv at seta arbeiðið í rætt samband við anda og dám boðskapar triðja eingilsins. Meðan tey vóru í Avstralia, knýtti elsti J. O. Corliss seg aftur at arbeiðinum her, og W. A. Colcord og onnur fóru út á arbeiðsøkið sum prestar, lærarar o.s.fr.
GSAM 423Elsti Olsen í Avstralia
GSAM 423.1Meðan elsti O. A. Olsen var forseti fyri Aðalráðstevnuna, vitjaði hann allar okkara leiðandi stovnar um alt landið. Hetta kravdi víðfevnt ferðalag — eina ferð kring heimin. Hann gjørdi hesa ferð fyri betur at læra tørvin hjá teimum og støðuna hjá teimum ymisku trúboðunum at kenna, so hann kundi vera fyrireikaður at tæna teimum ópartiskt. Tað var á hesi ferðini, í 1893, at hann var í Avstralia í fleiri vikur.
GSAM 423Australasiska unionsráðstevnan
GSAM 423.2Á hesi tíðini varð Australasiska unionsráðstevnan skipað; hon var sett saman av samkomusambondunum í Avstralia og Ný Sælandi og australsku trúboðarøkjunum. Hendan ráðstevnan kemur saman annað hvørt ár og verður rikin eftir sama leisti sum unionsráðstevnurnar í øðrum londum. Í 1893 seldu teir fáu bókasølumenn, sum vóru á hesum arbeiðsøkinum, eitt upplag upp á 5,000 eintøk av bókini Stig til Kristus, og eitt annað upplag av sama tali varð prentað. Um summarið 1894-95 tóku teir ímóti 4,000 bíleggingum av haldarabókum upp á fýra mánaðir.
GSAM 423Elsti Prescott í Avstralia
GSAM 423.3Í 1895 var elsti W. W. Prescott, útbúgvingarskrivari samfelagsins, í fleiri mánaðir á hesum samkomusambandinum og gav hesum arbeiðsgrein nógv av tíð síni og hugsan. Ímeðan skipaði hann fyri einum útbúgvingarskeiði, sum var teimum til stóran gagn.
GSAM 424.1Frágreiðingin, sum varð latin Aðalráðstevnuni um arbeiðið hetta árið, varð løgd fram av elsta W. C. White og ljóðar soleiðis:
GSAM 424.1„Avstralska unionsráðstevnan er sett saman av seytjan samkomum við 1074 limum, sum árið frammanundan goldið høvdu eina tíggjund upp á $9,810.10. Henda ráðstevnan hevur tólv vígdar prestar, tveir løggildar prestar, tríggjar bíbliuarbeiðarar og 50 bókasølumenn, sum hetta árið seldu bøkur fyri $28,731.11. Hetta árið varð landsluturin New South Wales, við seks samkomum og 321 limum, skildur frá Avstralska samkomusambandinum og kallaður New South Wales-samkomusambandið.“
GSAM 424SUÐURAFRIKANSKA TRÚBOÐIÐ
GSAM 424.2Á Aðalráðstevnuni, sum varð hildin í Battle Creek í 1886, varð spurningurin um at lata upp eitt trúboð í Suðurafrika viðgjørdur. Av tí at ein avgerð varð tikin til frama fyri tiltakinum, varð við byrjanina av summarinum 1887 roynt at seta arbeiðið á stovn í tí fjarna landinum, har nakrir, sum longu vóru farnir at halda sabbatur, kallaðu eftir arbeiðarum.
GSAM 424Elstarnir Boyd og Robinson í Suðurafrika
GSAM 424.3Til hetta endamálið fóru elsti C. L. Boyd og familja hansara, elsti D. A. Robinson og kona hansara, saman við øðrum arbeiðarum, úr New York City tann 11. mai við skipi á leið til Afrika umvegis Liverpool og London. Tríggju ár seinni, á Aðalráðstevnuni, segði P. W. B. Wessels, at tá ið hesir arbeiðarar komu til Afrika, vóru har umleið fjøruti fólk, sum longu hildu sabbatur eftir fjórða boðnum, tí tey høvdu lisið útgávur um hetta og granskað Skriftirnar.
GSAM 424.4Elstarnir Robinson og Boyd byrjaðu trúboðsarbeiðið í Cape Town, og haðani breiddi tað seg nærum átta hundrað míl norðureystureftir til Kimberley, í diamantøkjunum.
GSAM 424.5Fram til árið 1889 vóru bara tveir prestar, ein løggildur prestur, fýra samkomur og áttati limir; hesir goldið høvdu eina tíggjund upp á $2,798.36. Hetta árið arbeiddi elsti Ira J. Hankins úr Amerika í Cape Town við góðum úrslitum, og harra og frú Druillard komu úr Nebraska fyri at knýta seg at arbeiðinum har og taka lut í arbeiðinum og trongleikunum, sum falla á tey, ið verða kallað at byrja arbeiðið á einum nýggjum arbeiðsøki. Arbeiðið hjá frú Druillard var fyrst og fremst avmarkað til bókagoymsluna, har hon hevði ábyrgdina av virkseminum í hesi deild; meðan harra Druillard var upptikin av almennu trúboðssakini. Hetta árið seldi hann um borð á skipum, sum løgdu at í hesi havn, bøkur fyri $750.
GSAM 425Elsti Haskell í Afrika
GSAM 425.1Tað var í august sama ár, at elsti Haskell kom til Cape Town. Fimm mánaðir vórðu væl nýttir til at vitja og arbeiða saman við teimum ymisku samkomunum í Suðurafrika. Við hesi vitjan varð sakini styrkt og bygd upp, og hann varð sjálvur uggaður, tí hann sá ávøkst av arbeiði sínum. Áhugi fyri útbúgvingararbeiðinum varð vaktur, so at tólv næmingar úr Afrika komu til Amerika at ganga í okkara samfelagsskúlum.
GSAM 425.2Ímeðan fekk bókasøluarbeiðið ta neyðugu viðgerðina. Eitt bókasøluskeið varð hildið í Cape Town undir leiðslu av harra E. M. Morrison, og tað gav hesi týdningarmiklu grein boðskaparins nýtt lív og nýggja orku. Beint eftir undirvísingina á hesum skeiði seldu og handaðu trettan bókasølumenn í seks mánaðum bøkur fyri $5,621.28. Bíleggingarnar vóru í veruleikanum so nógvar, at tær fullkomiliga „druknaðu“ skrivstovuna í London, tí bøkur kundu ikki verða gjørdar nóg skjótt til at nøkta eftirspurningin.
GSAM 425.3Í 1892 knýtti elsti A. T. Robinson seg at arbeiðinum í Suðurafrika. Tá var arbeiðið vaksið so nógv, at ein nýggj bókagoymsla kravdist í staðin fyri ta gomlu. Tí varð ein nýggjur bygningur reistur, nóg stórur til eisini at geva rúm fyri samkomufundum.
GSAM 426Háskúlabygging í Afrika
GSAM 426.1Soleiðis helt arbeiðið fram at ganga stig fyri stig, til ein skúlabygging varð reist í Claremont, einum útjaðara av Cape Town, fyri ein kostnað upp á $35,000. Tað einasta, sum amerikonsku brøðurnir vórðu bidnir um, var at senda ein hóp av lærarum, sum vóru førir fyri at undirvísa á einum háskúlaskeiði; sjálvir skuldu teir bera útreiðslurnar. Tá ið henda umbønin varð gingin á møti, lat skúlin upp 1. februar 1893.
GSAM 426Suðurafrikanska samkomusambandið
GSAM 426.2Suðurafrikanska samkomusambandið varð skipað í 1892. Á Aðalráðstevnuni í 1893 varð tað tikið upp í Aðalráðstevnuna. Tá hevði tað fimm samkomur og eitt hundrað og átta og tríati limir, sum árið frammanundan goldið høvdu eina tíggjund upp á $34,077.32. Á hesi ráðstevnu var Suðurafrikanska samkomusambandið umboðað av Peter Wessels, sum gávumildur gav Aðalráðstevnuni $16,000; hetta var meira enn Aðalráðstevnan hevði brúkt til at lata arbeiðið upp í Suðurafrika. Afturat hesi gávu góvu hann og ein bróðir hansara $40,000 til at byrja fríu sjúkrastovuvirksemið í býnum Chicago.
GSAM 426.3Á Aðalráðstevnuni í 1895 segði skrivarin fyri útlendsku trúboðini um afrikanska arbeiðsøkið:
GSAM 426.3„Samkomusambandið í Suðurafrika hevur bara verið skipað í tvey ár, men á hesum tíðarskeiði hevur Aðalráðstevnan sent tólv arbeiðarar til hetta arbeiðsøkið. Tveir teirra eru farnir inn í landið sum sjálvberandi trúboðarar, meðan hinir eru farnir inn í arbeiðið í ymiskum deildum. Hetta samkomusambandið hevur ein blómandi skúla, eitt barnaheim fyri foreldraleys og eitt heilsuhæli, sum er í ferð við at verða bygt. Hagtølini vísa, at limatalið er 184.“
GSAM 426Bløð givin út í Suðurafrika
GSAM 426.4Evnið trúarfrælsi í Suðurafrika hevur seinastu mánaðirnar eggjað fólki okkara til at geva út tvey bløð, annað á hollendskum, kallað De Wachter; hitt á enskum, kallað The South African Sentinel and Gospel Echo. Tað seinna hevur eitt upplag upp á 4,000.
GSAM 427Suðurafrikanska unionsráðstevnan
GSAM 427.1Í januar 1903 varð Suðurafrikanska unionsráðstevnan skipað. Hon fevndi um samkomusambondini í Cape Colony og Natal-Transvaal og trúboðini í Basutoland og Matabeleland, sum vóru undir eftirliti av unionsráðstevnuni. Í samkomusambandinum eru fimtan skipaðar samkomur við 595 limum, níggju óskipaðar samkomur við 90 limum og 30 einstakir sabbatshaldarar — í alt 715, sum goldið hava eina tíggjund upp á $7,850. Har vóru 39 arbeiðarar, og av teimum vóru ein og tjúgu á lønarlistanum hjá teimum ymisku samkomusambondunum.
GSAM 427POLYNESISKA ARBEIÐSØKIÐ
GSAM 427.2Í 1876 sendu elsti James White og rithøvundurin eitt eintak av Tekinum tíðanna og nøkur smárit, saman við einum brævi, til Pitcairn Island. Hesi skjøl vórðu løgd um borð á einum skipi, sum sigldi runt Hornsnevið til New York. Vit fingu váttað, at skipið fór at steðga á Pitcairn, og at pakkin har fór at verða handaður. Vit kendu ongan á oynni og vistu einki um sjálva oynna, uttan at hon hevði orð fyri at hava eitt trúfast og gudrøkið fólk sum íbúgvar. Lesnaðartilfarið varð sent í blindum.
GSAM 427Vitjan á Pitcairn
GSAM 427.3Vit hoyrdu einki frá fólkinum ella lesnaðinum okkara, fyrr enn harra John I. Tay vitjaði oynna í 1886, tíggju ár seinni. Tá fingu vit at vita, at øll oyggin eina tíð nærum hevði gjørt av at broyta gudstænastudag sín frá fyrsta degi í vikuni til sjeynda dag og halda sabbatur Harrans, eftir at hava lisið árgangin av Tekinum tíðanna og smáritini. Men tey gjørdu tað ikki fyrr enn harra Tay vitjaði. Hann hevði leingi kent sterka trongd til at vitja oynna, men kendi hvørki fólkið persónliga ella áhugan, sum longu var kveiktur fyri sannleikanum.
GSAM 428.1Eftir heimkomuna til Amerika bað hann inniliga um, at eitt skip mátti verða bygt, so trúboðarar kundu verða fluttir frá oyggj til oyggj í Kyrrahavinum. Hann var á Aðalráðstevnuni í 1889 við hesum ynskinum ovast í huga, og har talaði hann fyri sakini hjá polynesisku oyggjunum. Ráðstevnan sá, hvussu gagnligt tiltakið var, og samtykti at savna inn við gávum $12,000 til at byggja ella keypa eitt skip, sum skuldi arbeiða millum oyggjarnar í Kyrrahavinum.
GSAM 428Pitcairn bygt
GSAM 428.2Í samsvari við hesa avgerð varð skipið Pitcairn bygt summarið 1890 nærindis Benicia, umleið tríati míl frá Oakland í California, fyri ein kostnað upp á $12,035.22. Á trimum fjórðingum av einum ári varð henda upphæddin savnað inn og latin av sabbatsskúlunum einans til hetta endamálið, og ongantíð hevur ein gáva verið latin glaðari og meira eldhugað. Skipið varð vígt í Oakland í California 25. september 1890. Umleið hálvtannað túsund fólk komu saman á skipinum og bryggjuni fyri at síggja hátíðina.
GSAM 428Fyrsta sigling Pitcairn
GSAM 428.3Skipið fór sína fyrstu sigling úr San Francisco til sítt fjara arbeiðsøki 20. oktober. Við um borð sum trúboðarar vóru elsti E. H. Gates og kona hansara, elsti A. J. Read og kona hansara, John I. Tay og kona hansara, saman við einum trúboðaraliði undir skiparanum Marsh. Skipið fór fyrst til Pitcairn Island, fýra túsund míl sunnan fyri San Francisco, og kom hagar 25. november. Tá ið skipið fór av oynni 17. desember, høvdu áttati og tveir vaksin fingið dóp og verið skipaðir í eina samkomu sjeyndadagsadventista. Síðani fór skipið til bólkarnar Society, Hervey, Samoa, Friendly og Fiji, og læt enskmæltum fólki trúarbøkur og smárit um heilsu og fráhald. Í átta mánaðir, fram til september 1891, seldu trúboðararnir bøkur fyri $1,900 og býttu harumframt út nógv lesnaðartilfar ókeypis.
GSAM 429.1Trúboðararnir vórðu settir soleiðis: Elsti Read í Tahiti; elsti Gates varð verandi á Pitcairn fyri at gera arbeiðið, sum longu var byrjað har, liðugt; meðan harra Tay valdi at arbeiða á oynni Fiji. Í Yvirliti og boðbera 14. apríl 1904 sigur elsti Fulton um arbeiðið á Fiji: „Har eru nú meira enn hálvt annað hundrað sabbatshaldarar á hesum trúboðsarbeiðsøkinum.“ Úr Fiji sigldi skipið til Aukland í Ný Sælandi fyri neyðugar umvælingar og ábøtur og eisini fyri at fáa sær bøkur.
GSAM 429Trúboðarar doyggja
GSAM 429.2Eftir at hava verið burtur í eitt ár, ellivu mánaðir og átjan dagar kom Pitcairn aftur til San Francisco, hagar tað kom 9. oktober 1892. Í hesum tíðarskeiði var skiparin Marsh deyður og jarðaður á oynni Ný Sælandi. Harra Tay varð raktur av lungnabruna, sum hann ongantíð kom seg eftir. Hann doyði eisini friðarliga og varð lagdur til hvíldar í tí fjarna landinum Fiji; soleiðis vórðu tvey dýrabar lív so skjótt latin til Polynesiska trúboðið.
GSAM 429.3Trúboðararnir, sum vóru búsettir á oynni Tahiti í Papaete, fingu næstan beinanvegin gleði av at síggja ávøkst av arbeiði sínum. Teimum varð longu tá givið høvi at senda heimlandinum hesa gleðiligu frágreiðing: 40 fólk vóru umvend og skipað í eina samkomu sjeyndadagsadventista.
GSAM 429Onnur ferð Pitcairn
GSAM 429.4Skipið sigldi úr San Francisco á aðru ferð síni 17. januar 1893 við hesum trúboðarum: B. J. Cady og konu hansara, J. M. Cole og konu hansara, E. C. Chapman og konu hansara og M. G. Kellogg, lækna. Frøkun Hattie Andre úr Ohio var við teimum sum lærari á Pitcairn Island. Um heystið 1893 læt harra Cady ein skúla upp á Raiatea í Society-bólkinum við seksti næmingum. Við endan á fyrsta skeiðinum var talið vaksið til eitt hundrað og fimm. Tá ið annað skeiðið byrjaði, vóru eitt hundrað og tjúgu næmingar til staðar.
GSAM 430Triðja ferð Pitcairn
GSAM 430.1Triðja sigling skipsins var í 1893-94. Trúboðararnir á hesi ferðini vóru G. O. Wellman og kona hansara og Lillian White, øll úr Michigan; tey vóru skrivað upp til Raiatea, har tey skuldu hjálpa elsta Cady í arbeiði hansara. Harra Stringer og kona hansara fóru sum sjálvberandi trúboðarar. Tey steðgaðu á Rurutu. Á Raratonga, har fólkið helt leygardag fyri sunnudag, vórðu Dr. Caldwell og kona hansara sett; meðan elsti Buckner og kona hansara úr California vórðu latin eftir á Pitcairn. Meðan hann búði hjá hesum fólki, vórðu mong nýggj vinnuvirki sett á stovn, sum á mongum økjum vístu seg at gagna íbúgvunum. Fyrst av øllum varð ein vindmylla bygd til at mala maisin, sum nú verður veltur á oynni, og við sama vindmegi verður lætt maskinútgerð rikin, sum hevur ført til onnur vinnuvirki, ið oyggjafólkið áður einki kendi til.
GSAM 430Fjórða ferð Pitcairn
GSAM 430.215. desember 1895 segði skrivarin fyri útlendsku trúboðini:
GSAM 430.3„Pitcairn er nú í havn eftir sína fjórðu sigling .... Arbeiðið er gróðursett í níggju ymiskum bólkum, og hesir arbeiðarar eru í starvi har:“
GSAM 430.4„Á Pitcairn Island: lærararnir E. S. Butz og kona hansara og Hattie Andre. Norfolk Island: nakrir sjálvberandi trúboðarar arbeiða her; teir komu úr Avstralia. Society-oyggjarnar: prestur B. J. Cady; læknatrúboðararnir harra og frú R. A. Prickett. Raratonga: læknatrúboðararnir Dr. J. E. Caldwell og kona hansara, frøknurnar Lillian White og Maude Young; lærarar G. O. Wellman og kona hansara, elsti J. D. Rice og kona hansara. Fiji: elsti J. M. Cole og kona hansara. Friendly-oyggjarnar: elsti E. Hilliard og kona hansara. Rurutu: harra og frú Stringer, sjálvberandi trúboðarar. Hawaii: elsti E. H. Gates og kona hansara; lærarar H. H. Brand og kona hansara. Samoa: Dr. F. E. Braucht og kona hansara. Elsti D. A. Owen og sonur og dóttir hansara, sjálvberandi trúboðarar.“
GSAM 431.1„Pitcairn hevur á teimum fýra siglingunum selt og givið burtur stórar nøgdir av lesnaði. Av hesum eru sabbatshaldarar sprotnir fram á mongum støðum. Samkomur eru skipaðar á Pitcairn Island, Norfolk og Tahiti.“
GSAM 431Pitcairn selt
GSAM 431.2Nú eru møguleikar at koma til trúboðarøkið í Polynesia, sum ikki vóru til, tá ið skipið varð bygt. Tí er skipið selt, og aðrar leiðir verða nýttar at halda arbeiðinum fram. Elsti E. H. Gates er nú leiðari fyri trúboðarøkinum í Polynesia og boðar frá framgongd í teimum ymsu oyggjabólkunum.
GSAM 431VESTURINDIA
GSAM 431.3Veturin 1889 fór harra Wm. Arnold úr Amerika undir arbeiði sum bókasølumaður í Vesturindia. Meðan hann arbeiddi har, eydnaðist honum at fáa nøvn og bústaðir hjá tólv hundrað fólkum. Hesi vórðu send Altjóða smáritafelagnum at nýta í trúboðararbeiðinum. Við brævaskifti og við at senda lesnað til hesar bústaðir varð áhugi vaktur fyri sannleikanum, og soleiðis varð leiðin opnað fyri at breiða evangeliið út við at prædika Orðið.
GSAM 431.4Sum svar upp á áheitanina um prædikarar fór elsti D. A. Ball í november 1890 til Barbados og onnur støð at arbeiða. Fleiri tóku við sannleikanum sum úrslit av strevi hansara. Í 1892 ferðaðist harra Patterson úr California um oyggjarnar og seldi Bíbliulestrar við góðum úrsliti. Í 1893 fór B. B. Newman úr Florida til Jamaika at leiða bókasøluarbeiðið, meðan harra Arnold var burturstaddur. Harra Evans og harra Hackett fóru eisini til Vesturindia sama ár at taka lut í hesum parti av arbeiðinum. Í mai komu elsti Haysmer og kona hansara til hetta trúboðarøkið at arbeiða, so hvørt sum leiðin opnaðist. Stutt eftir kom harra Arnold aftur, hesa ferð at selja bøkur um heilsu. Fram til juli 1895 vóru slíkar bøkur seldar fyri $8,200 í Jamaika einsamallari, meðan átrúnaðarligar bøkur vóru seldar fyri $7,654, ella tilsamans $15,854. At so nógvar bókmentir vórðu breiddar út, var ein stór hjálp til at stovna eina væl skipaða samkomu við sjeyti og fimm limum í Kingston og lata upp fyri prædikaravirksemi aðrastaðni á oynni.
GSAM 432Trinidad
GSAM 432.1Arbeiðið her byrjaði á líknandi hátt sum í Jamaika. Í 1889 vórðu harra F. B. Grant og kona hansara boðin at vitja oynna fyri at gera bókmentir trúarsamfelags okkara kendar. Eftir innbjóðing komu elsti Flowers og kona hansara skjótt aftan á teimum at arbeiða, so hvørt sum leiðin opnaðist. Tey høvdu góð úrslit, inntil elsti Flowers varð raktur av fepri, sum førdi til deyða hansara 29. juni 1894. Elsti E. W. Webster varð valdur sum eftirmaður hansara, og hann sigldi úr New York í august 1895.
GSAM 432.2Í 1896 vóru arbeiðsfólkini í Vesturindia hesi: Í Jamaika vóru elsti A. J. Haysmer og W. W. Eastman, og nakrir bókasølumenn vóru í Bahamaoyggjunum. Í Smáu Antillum vóru elsti E. Van Deusen og kona hansara, saman við C. F. Parmlee og konu hansara sum bíbliuarbeiðarum, og harra Bean og harra Hackett sum bókasølumonnum. Í Trinidad vóru elsti E. W. Webster og kona hansara, saman við frøken Stellu Colvin sum læknatrúboðara. Úrslitini vóru hundrað og tíggju sabbatshaldarar í Jamaika og fimti sabbatshaldarar í Trinidad, savnaðir í økinum kring Couva; ein samkoma í Barbados og ein bólkur í Antigua í Smáu Antillum.
GSAM 432MIÐAMERIKA
GSAM 432.3Elsti F. J. Hutchins og kona hansara fóru úr Sameindu Statunum til Flógvaoyggjarnar 16. november 1891. Tá vóru har umleið tjúgu fólk, fyrst og fremst í Ruatan, sum hildu sabbatin eftir fjórða boðnum í hinum tíggju boðunum. Tey vóru fyrstu ferð gjørd varug við henda sannleikan við lesnaði, sum varð sendur teimum við postinum. Trý ár seinni, í 1894, fóru W. A. Miller og kona hansara úr California til Bonacca, har tey tóku lut í undirvísingararbeiðinum sum lærarar í einum skúla, ið varð latin upp 4. juli 1894 í einum skúlahúsi, sum sjeyndadagsadventistar høvdu bygt. Fyrsta skeiðið vóru í miðal tríati og fýra næmingar. Í 1895 varð skúlin sagdur at bera seg sjálvan fíggjarliga, tí talið á næmingum var vaksið til fimm og fjøruti.
GSAM 433.1Á Aðalráðstevnuni í 1895 boðaði elsti Hutchins frá, at hundrað fólk á oyggjunum lýddu boðskapinum. Hann segði eisini, at tvey samkomuhús vóru bygd, og at sjeyndadagsadventistar áttu tey. Av tí at lítið var til av lendi, sum tí var sera dýrabart til veltingar, varð annað av hesum gudshúsum bygt úti yvir vatninum. Hesi bæði húsini og skúlahúsið vórðu við skeyti latin felagi Aðalráðstevnunnar. Virðið á ognini hjá Aðalráðstevnuni á oynni varð mett til $1,789.60. Fram til 1895 vóru bøkur seldar fyri $2,243.
GSAM 433Lítið skip til Miðamerika
GSAM 433.2Tá ið ráðstevnan varð gjørd varug við, hvussu hent og gagnligt tað hevði verið at havt eitt lítið skip at flyta trúboðarar úr einari oyggj til aðra, varð samtykt, at ein slíkur bátur skuldi byggjast til arbeiðið millum Flógvaoyggjarnar fyri í mesta lagi $3,000.
GSAM 433.3Í 1896 vóru bert fýra arbeiðsfólk í Miðamerika: elsti F. J. Hutchins og kona hansara, og elsti J. A. Morrow og kona hansara í sponskum Honduras. Í Belize, høvuðsstaðnum í bretskum Honduras, var ein bólkur av trúgvandi, sum hildu sjeynda dagin eftir fjórða boðnum. Meginparturin av arbeiðinum í hesum trúboðarøki hevur verið gjørdur á oyggjunum í Karibiska havinum. Her vóru seldar bøkur fyri fleiri túsund dollarar, og seksti fólk gleddust um sannleikan í boðskapi triðja eingilsins.
GSAM 434Deyði elsta Hutchins
GSAM 434.1Í umleið tólv ár arbeiddi elsti F. J. Hutchins sera trúfastur og íðin í trúboðarøkinum í Miðamerika. At enda sviku kreftirnar, og hann doyði av sjúku. Nú hvílir hann í svøvni og bíðar eftir kallinum frá Meistaranum — kallinum, sum skal vekja hini trúføstu.
GSAM 434SUÐURAMERIKA
GSAM 434.2Tað var gjøgnum prentaða orðið, at læran hjá sjeyndadagsadventistum fyrst varð gjørd kend í Suðuramerika. Í oktober 1891 byrjaðu harrarnir Snyder, Stauffer og Nowlin arbeiði sítt sum bókasølumenn í Argentina. Í 1893 tók elsti F. H. Westphal úr Illinois, ein týskur prestur, eftir samtykt Aðalráðstevnunnar lut í arbeiðinum í hesum trúboðarøki, og í 1894 fór Frank Kelley úr California til Sameindu Statanna í Kolumbia sum trúboðari, ið livdi av egnum arbeiði. Fáar mánaðir seinni komu onnur arbeiðsfólk aftan á teimum, og soleiðis byrjaði hetta nýggja trúboðararbeiðið. Í 1896 varð henda frágreiðing givin um arbeiðið í hesum øki: Í Kili er ein prestur, elsti G. H. Baber, sum kom 19. oktober 1895, og tveir bókasølumenn, F. W. Richards og F. H. Davis. Í Argentina eru eisini tveir prestar, F. H. Westphal og Jean Vuilleumier, og tveir bókasølumenn, O. Oppegard og C. A. Nowlin. Umframt hesi eru fýra bíbliuarbeiðarar, Lucy Post, harra og frú Snyder og John McCarthy. Í Brasil eru tveir prestar, elsti W. H. Thurston og H. F. Graf, og tríggir bókasølumenn, A. B. Stauffer, J. F. Berger og J. A. Berger. Í bretskum Gujana eru tveir prestar, elsti W. G. Kneeland og elsti P. Giddings, og tveir læknatrúboðarar, dr. B. J. Fercoit og kona hansara.
GSAM 435.1Í 1896 vóru seldar bøkur fyri túsund dollarar í Kili, og tríati sabbatshaldarar høvdu tikið við sabbatinum og skyldum sannleikum við at lesa bókmentirnar, sum tey høvdu keypt frá bókasølumonnunum. Í Brasil og Argentina vóru bøkur seldar fyri tíggju túsund dollarar, og tað, sum enn betri var: hundrað fólk hildu sabbatin. Ein samkoma og fimm sabbatsskúlar vóru skipað. Í Argentina vóru tríggjar skipaðar samkomur, ein í Buenos Ayres, ein í Crespo og ein í San Cristobal. Eisini var ein skipað samkoma í bretskum Gujana og fimti sabbatshaldarar, so at tilsamans vóru hundrað og fimti sjeyndadagsadventistar í Suðuramerika.
GSAM 435TRÚBOÐARAFELAGIÐ FYRI SUÐURRÍKINI
GSAM 435.2Strangt tikið kann hetta felagið ikki sigast at reka trúboðan uttanlands, hóast tað ber evangeliið til eina fremmanda tjóð, afrikanarar, í okkara egna landi. Ein stórur partur av æruni fyri tey úrslit, sum longu eru nádd, eigur undir signing Guds at verða givin áhaldandi strevinum hjá elsta J. E. White.
GSAM 435.3Veturin 1893, tá ið eg var formaður í samkomusambandinum í Illinois, kom elsti White til mín við tungari byrðu á hjarta fyri teimum littu í Suðurríkjunum. Av tí at hann var nakrar vikur í Chicago, bað hann um loyvi at arbeiða millum tey littu, sum búðu í býnum. Við størstu gleði varð umbønin játtað, og har byrjaði í veruleikanum arbeiði hansara fyri hetta illa stadda fólk.
GSAM 435Trúboðaraeimskip elsta White
GSAM 435.4Frá tí tíð bað hann og legði ætlanir fyri trúboðarøkið í Suðurríkjunum. Meðan hann hugsaði málið ígjøgnum, búnaðust ætlanir hansara, og úrslitið varð, at eitt eimskip varð bygt nær Michiganvatni og fekk navnið Morning Star. Við hesum flótandi „Betel“ fór hann til Chicago og haðani oman eftir Illinoisánni og Mississippiánni og kom til Vicksburg í Mississippi 10. januar 1895. Her byrjaði hann við nøkrum fáum starvsfeløgum arbeiði sítt á óbrotnum lendi.
GSAM 436Arbeiðið hjá Trúboðarafelagnum fyri Suðurríkini
GSAM 436.1Vit endurgeva úr einari frágreiðing, sum elsti White legði fram á Aðalráðstevnuni 9. apríl 1903. Hon greinir frá úrslitum arbeiðsins og vísir, hvussu vorðið var við trúboðararbeiðinum í Suðurríkjunum tá: —
GSAM 436.2„Felag okkara hevur bygt upp og rekur nú fimm skúlar í Mississippi.... Hesir skúlar eru í Vicksburg, Yazoo City, Columbus og Jackson.... Arbeiðsfólk okkara hava eisini virkað í Nashville, Memphis og Edgefield Junction í Tennessee og í Louisville og Bowling Green í Kentucky.
GSAM 436Arbeiðsfólk í Suðurríkjunum
GSAM 436.3„Í løtuni eru tjúgu og sjey arbeiðsfólk í ymsum deildum felagsins. Fimm vígdir prestar eru vaksnir fram í arbeiðinum hjá Trúboðarafelagnum fyri Suðurríkini.... Trettan skúlalærarar eru á ymsan hátt gjørdir førir fyri arbeiði sínum.... Felagið letur ein ungan mann fáa læknaútbúgving á Meharry læknaháskúlanum í Nashville, og ein annar fær hjálp til lesturin á sama skúla.... Nakrir dugnaligir bíbliuarbeiðarar eru vaksnir fram. Nakrir av lærarunum eru eisini við at gerast dugnaligir arbeiðarar í hesi grein av arbeiðinum.
GSAM 436Eimskipið „Morning Star“
GSAM 436.4„Morning Star er mín privata ogn, bygt fyri mínar egnu pengar. Harumframt eru allar útreiðslurnar til raksturin av hesum báti goldnar av mínari egnu inntøku. Eg vil eisini siga, at eg sjálvur altíð rindaði kost og uppihald umborð. Ofta vóru vit millum tíggju og átjan fólk.... Enntá lønirnar hjá øllum arbeiðsfólkunum, sum felagið hevði í arbeiði í áravís, vórðu goldnar av mínari egnu inntøku og ikki av gávum.
GSAM 437Hvussu pengar komu til trúboðanina í Suðurríkjunum
GSAM 437.1„Spurningurin kann verða settur: ‘Hvaðan fekst tú hesar pengar?’ Harrin gav okkum teir. Nakrar smáar bøkur vórðu givnar út. Fyrst Byrjanarbók í evangeliinum, sum upprunaliga var ætlað til nýtslu í undirvísingini av teimum littu. Væntað varð, at nøkur túsund eintøk fóru at verða seld, men okkum til undran er sølan komin upp á nærum eina millión eintøk.
GSAM 437.2„Móðir [frú E. G. White] hjálpti okkum við bókini Kristus, Frelsari okkara, sum varð seld í trimum ella fýra hundrað túsund eintøkum. Tvey ella trý hundrað túsund eintøk av Bestu søgunum eru seld. Mett verður, at so nógv eintøk av Hinum komandi konginum eru breidd út, at tey høvdu rokkið fýra ensk míl upp í luftina, um tey vórðu løgd oman á hvørt annað. Við rithøvundainntøkunum frá hesum bókum bygdu vit Morning Star og hildu harumframt nógvar aðrar fyritøkur og arbeiðsgreinir uppi.“
GSAM 437Í MONGUM LONDUM
GSAM 437Meksiko
GSAM 437.3Arbeiðið hjá okkum í hesum landi byrjaði í 1894, tá ið ein læknatrúboðanarstøð varð stovnað í Guadalajara. Í 1896 varð boðað frá, at arbeiðsfólkini vóru hesi: elsti D. T. Jones og kona hansara, sum leiddu trúboðararbeiðið. Lærararnir vóru Ora A. Osborne, frú A. Cooper, Kate Ross og ein hjálpari úr landinum. Læknatrúboðararnir vóru dr. J. A. Neal, A. Cooper, frú A. J. Rice, frú Bartlett og frú Rachel Flowers. Fjøruti sjúklingar um dagin leitaðu til trúboðanarstøðina, og fjøruti næmingar gingu í trúboðaraskúlanum. Tá var ein nýggjur heilsustovnur í gerð fyri $12,000.
GSAM 437Miðafrika
GSAM 437.4Í 1893 var arbeiðið fyri boðskap triðja eingilsins komið so væl áleiðis, at nevnd Aðalráðstevnunnar helt seg hava grund til at mæla til, at ein trúboðanarstøð varð stovnað í Miðafrika. Tí varð samtykt, „at so skjótt sum til ber, skal ein trúboðanarstøð verða latin upp í Matabeleland“. Í samsvari við hesa avgerð fór ein bólkur av sjeyndadagsadventistum inn í landið í 1894 og valdi ein bóndagarð við 12,000 ekrum. Á ráðstevnuni í 1895 vórðu elsti C. B. Tripp og kona hansara, W. H. Anderson og kona hansara og dr. A. S. Carmichael vald sum trúboðarar til hetta fjarskotna økið. Tey fóru beinanvegin undir fyrireikingarnar til ta longu ferðina, og eftir eina góða sjóferð komu tey fram 26. juli 1895.
GSAM 438Gullstrondin
GSAM 438.1Í fleiri ár var makedóniska hjálparrópið komið til sjeyndadagsadventistar frá vesturstrond Afriku. Áhugi var vaktur fyri sannleikanum við at lesa útgávur hjá adventistum, men ikki fyrr enn umleið 1894 varð hjálp send. Tá vórðu elsti Sanford og harra Rudolph bidnir av nevnd Aðalráðstevnunnar um at taka upp arbeiðið, sum so leingi hevði bíðað. Teir fóru undir arbeiðið við ídni og dirvi. Men ikki leingi eftir varð elsti Sanford raktur av feprinum, sum er so vanligur har, at landið verður kallað „grøv hins hvíta mans“. Hann fekk trý herðindi og noyddist síðani at fara aftur til Amerika fyri at bjarga lívinum. Onnur vórðu send til vesturstrondina, teirra millum elsti D. U. Hale, Geo. F. Kerr og kona hansara og G. P. Riggs. Hin seinastnevndi varð tó so veikur av sjúku, at eingin vón tyktist vera um lív hansara, og hann flýddi til Onglands í vón um, at eitt annað veðurlag fór at hjálpa honum. Í hesum vórðu hann og vinir hansara vónbrotnir, tí hann versnaði so við og við og doyði at enda, og har varð hann jarðaður. Eisini hann bíðar eftir komu lívgevarans.
GSAM 438India
GSAM 438.212. januar 1890 sigldi elsti Haskell úr Durbanhavn á suðureysturstrond Afriku til Calcutta í India, Kina og Japan. Áðrenn hesa ferð var Percy T. Magan, skrivari hansara, komin til hansara. Endamálið við ferðini til India var at kanna viðurskiftini og savna vitan, so at teir kundu geva ráð og vegleiðing, tá ið sjeyndadagsadventistar skuldu byrja virkið trúboðararbeiði í hesum øki. Við tí í huga at stovna eina trúboðanarstøð í India mælti Aðalráðstevnan í 1893 til, at Wm. Lenker fór til hetta landið sum bókasølumaður. Í samsvari við hesi tilmæli fór hann til India og gjørdi bókmentir sjeyndadagsadventista kendar. Seinni boðaði harra Lenker frá, at hann og fýra onnur fram til 1896 høvdu ferðast sum bókasølumenn í ymsum pørtum av India og selt útgávur fyri $10,000. Fyri at vísa áhugan, sum tær seldu bøkurnar høvdu vakt, segði hann harumframt, at meðan teir seldu bøkur í nánd av Madras á vesturstrond India, „gekk ein innføddur prædikumaður seksti ensk míl fyri at keypa eitt eintak av Hugsanum um Dániel og Opinberingina“.
GSAM 439Georgia Burrus í India
GSAM 439.1Í 1895 fór frøken Georgia Burrus úr California til India. Tá ið hon kom hagar, fór hon beinanvegin at læra bengalskt og tók skjótt upp trúboðararbeiðið. Fram til 1896 vóru fleiri farin at halda sabbat Harrans við at hava samband við arbeiðsfólk okkara.
GSAM 439.2Arbeiðsfólkini í hesum øki í 1896 vóru elsti D. A. Robinson og kona hansara. Frøken May Taylor og frøken Georgia Burrus vóru bíbliuarbeiðarar. Harra Lenker og harra Masters vóru bókasølumenn. Eitt hóskandi hús var fingið til trúboðaraheim, og áheitanir vóru sendar heimlandinum um læknar, sjúkrarøktarfólk og meira hjálp til at nøkta tann átrokandi tørvin. Elsti Brown svaraði hesi áheitan saman við øðrum. Bæði hann og elsti D. A. Robinson doyðu í Karmatar í Bengal í India síðst í desember 1899.
GSAM 439Hawaii, Sandwichoyggjarnar
GSAM 439.3Í 1884 fóru harra La Rue og Henry Scott til Hawaii sum trúboðarar fyri egna rokning. Teir byrjaðu arbeiðið við persónligari trúboðan og bókasølu. Hetta vakti so stóran áhuga á oynni, at Aðalráðstevnan í november 1885 samtykti, at elsti Wm. Healy skuldi fara til Hawaii næsta ár at arbeiða, og at samkomusambandið í California skuldi verða biðið um at læna teimum eitt tjald til endamálið. Soleiðis útgjørdur helt elsti Healy saman við teimum, ið longu vóru á oynni, tjaldmøti summarið 1886. Úrslitið av hesum arbeiði varð, at fleiri tóku við boðskapinum. Harra La Rue varð verandi í Honolulu til 1889, tá ið hann sigldi til Hong Kong í Kina.
GSAM 440Arbeiði millum kinesarar í Hawaii
GSAM 440.1Bert lítið av prædikaravirksemi varð veitt oynni, inntil Aðalráðstevnan kom saman í mars 1895. Tá varð samtykt, at „elsti Gates og kona hansara, saman við harra og frú Brand sum lærarum hjá kinesarunum, skulu fara til Honolulu at taka lut í trúboðararbeiðinum“. Undirvísingin byrjaði beinanvegin, og elsti Gates, sum tó hevði veika heilsu, gjørdi tað, hann kundi, fyri at føra arbeiðið fram. Ein lækni og sjúkrarøktarfólk komu skjótt aftan á trúboðarunum, og arbeiðið í hesi grein av boðskapinum fekk eina góða byrjan.
GSAM 440Yvirlit yvir trúboðanina, 1. januar 1903
GSAM 440.2Frágreiðingin frá skrivaranum fyri trúboðan í útlondum, løgd fram 31. desember 1902, lýsir arbeiðið við boðskapinum uttan fyri Sameindu Statirnar soleiðis: —
GSAM 440.3Avstralska samgongan av samkomusambondum, sum fevnir um samkomusambondini í Victoria, New South Wales, Nýsælandi, Queensland, Suðuravstralia, Tasmania og Vesturavstralia.
GSAM 440.4Evropeiska Aðalráðstevnan, sum fevnir um Týsku samgonguna av samkomusambondum, Vesturtýskland, Eysturtýskland, Suðurtýskland, Holland og flamska Belgia, Eysturríki-Ungarn og Balkanríki, týska partin av Sveis, Suðurrussland, Norðurrussland og Miðrussland.
GSAM 440.5Skandinaviska samgongan av samkomusambondum, sum fevnir um Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland.
GSAM 441.1Bretska samgongan av samkomusambondum, sum fevnir um Norðurongland, Suðurongland, Írland, Skotland og Wales.
GSAM 441.2Fransk-latínska samgongan av samkomusambondum, sum fevnir um franska partin av Sveis, Frakland og Italia.
GSAM 441.3Eysturlendska trúboðarøkið, sum fevnir um Egyptaland, Sýria og Turkaland.
GSAM 441.4Suðurafrikanska samgongan av samkomusambondum, sum fevnir um Kapnýlenduna, Natal-Transvaal, Basutoland og Matabeleland.
GSAM 441.5Ymiskt: Bermuda, Brasil, bretskt og niðurlendskt Gujana, Miðamerika (suður), Kina, Fiji, India, Jamaika, Japan, Smáu Antillur, Meksiko, Nyassaland, Pitcairn, Porto Rico, Río de la Plata, Raratonga, Samoa, Felagskapsoyggjarnar, Sumatra, Tonga, Trinidad, vesturstrondin (Suðuramerika) og vesturstrondin (Afrika).
GSAM 441.6Talið á virknu arbeiðsfólkunum í hesum ymsu økjum, við prestum, teimum, ið hava loyvi at prædika, bíbliuarbeiðarum og bókasølumonnum, er 754.
GSAM 441Týðandi støðir settar á stovn
GSAM 441.7Út frá hesum stuttu frágreiðingum um trúboðan okkara kunnu vit siga tað sama sum skrivarin fyri trúboðan í útlondum segði í 1896:
GSAM 441.7„Nú boðskapurin hevur fingið fótafesti á hesum týðandi støðum í nærum øllum pørtum heimsins, kann Gud við óendaliga mátti sínum útinna eitt stórt og veldigt verk á sera stuttari tíð. Hann skal í rættvísi skunda verki sínum til enda.“
Notes
- Rómbrævið 15:21. ↩